top of page

Gillastova

Faroe Islands 

116878234_1634556436698934_8987589604739
ABOUT

UM GILLASTOVU

Hugnalig og nýumvæld hús til leigu í Froðba, Suðuroynni. Húsið hevur 6 seingjarpláss og allar neyðugar hentleikar!

Sí Gillastovu í 3D her! 

Umhugsar tú at koma suður til Froðbiar at ferðast? Ella skalt tú kanska eitthvørt ørindi í Suðuroynni og má yvirnátta? Jamen so er Gillastova møguliga akkurát ein loysn fyri teg!

Nýumvælda og snotiliga svarta húsið stendur í náttúruvøkrum, friðarligum og barnavinaligum øki við góðum útsýni yvir landslagið og fjørðin.

Í miðhæddini er inngongd v/trappu, baðirúm við brúsu, køkur/stova við øllum vanligum hentleikum so sum spísiborð, komfýrur, kókipláta, køliskáp, uppvaskmaskina, sofasett, smart-tv við televarpi og alnót.

Í ovastu hædd er gongd v/trappu og 2 sovikømur. Í báðum kømrunum er ein dupultsong og ein einkultsong, í alt 6 songjarpláss.

Í niðastu hædd er óinrættaður kjallari við vaskimaskinu.

Alt húsi er umvælt í 2018-2019 og er spildurnýtt bæði innan og uttan.

OUR SERVICES

TÆNASTUR

6 seingjarpláss

Gillastova hevur seks seingjarpláss og pláss er fyri tveimum eyka madrassum.  

Ókeypis Wifi

 

Gott netsamband er íroknað prísin. 

Havi

 

Hugnaligur havi til spæl og stuttleika

Reingerð

 

Reingerð taka vit okkum av. Handkløð og seingjarklæðir kunnu bíleggjast fyri 110 kr. per persón.

Hitapottur

 

Hitapotturin er altið klárur og heitur. Leiga fyri 800 kr. per uppihald.

Sjónvarp

 

Sjónvarpið í Gillastovu er eitt smart TV

GALLERY

GALLERY

116870609_1634556396698938_7063911725367

Hvat siga okkara gestur?

"Deiligt at kobla av og njóta Froðba"

- Kristina

Contact
bottom of page